Gunnar og liðfelagarnir taptu á Akureyri

Víkingur Reykjavík var betra liðið á degnum, men fekk einki stig við sær í dystinum móti KA

Gunnar Vatnhamar spældi sum vant allan dystin, tá hann og liðfelagarnir spældu dyst á Greifavøllinum á Akureyri móti KA í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Víkingur var betra liðið á degnum. Gunnar og liðfelagarnir høvdu átta málroyndir innanfyri málrammurnar, meðan KA bert hevði tvær málroyndir innanfyri málrammurnar.

 

Men ólukkutíð fyri Víking, so megnaðu teir ikki at skjóta nakað mál, meðan KA skoraði upp á annan av teirra málmøguleikum innanfyri rammurnar. Tá tveir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini skoraði Sveinn Margeir Hauksson sigursmálið fyri heimaliðið.

 

Víkingur er framvegis oddalið í deildini við 33 stigum fyri 15 dystir. Valur er nummar tvey við 28 stigum fyri 14 dystir. 

 

Komandi hóskvøld klokkan 19.45 tekur Víkingur móti Egnatia úr Albania á Víkingavøllinum í Reykjavík. Talan er um fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League.