Virkandi guvernørurin í russisku Kursk-regiónini, Alexey Smirnov, sum hevur mark til Ukraina, hevur í kvøld á boðtænastuni Telegram eina ávaring til sínar íbúgvar.
- Vandi er fyri rakettálopi! Ert tú heima, eigur tú at leita tær í rúm við sterkum veggjum og ongum vindeygum. Ert tú úti, far inn í nærmasta bygning ella í annað skýli.
Stutt eftir ávaringina hjá guvernørinum veit russiska verjumálaráðið sambært tíðindastovuni Tass at siga, at tvær ukrainskar dronur eru skotnar niður í økinum.
Í verjumálaráðnum vísa tey til álopið, og her verður sagt soleiðis:
- Ein roynd hjá Kyiv-stjórnini at fremja yvirgangsálop við flúgvandi dronum móti russiskum málum er steðgað.
Seinastu dagarnar hevur Ukraina framt álop í russisku Kursk-regiónini.
Einstakir miðlar vita at siga, at ukrainski herurin ætlar at taka seg fram til kjarnorkuverkið í Kursk, har russar sambært miðlunum hava eina eyka verju.
Sambært útlendskum miðlum hava ukrainskir hermenn longu tikið ræðið á einari gassmiðstøð - ella einum gassmóti - í Russlandi, og hetta hevur longu ført til, at prísirnir á gassi eru hækkaðir.
Sagt verður, at USA í gjár royndi at fáa upplýsingar um ukrainsku ætlaninar, og hvat Ukraina vil røkka við álopunum. Sagt verður eisini, at USA visti ikki frammanundan um ukrainsku álopini í Russlandi.
- Vit fara at seta okkum í samband við ukrainska herin fyri at fáa at vita, hvørjar ætlaninar eru, segði eitt talsfólk fyri Hvítu Húsini, Karine Jean-Pierre, í gjár.
Hon legði aftrat, at USA stuðlar skilagóðum atgerðum frá ukrainskari síðu, sum kunnu verða við til at steðga russisku álopunum á Ukraina.
USA hevur áður givið Ukraina grønt ljós til at brúka vápn, sum USA hevur latið, til álop á russisk mál, sum kunnu viðvirka til, at russisku framtøkini móti Kharkiv steðga.
Í einari útsøgn sigur trygdarráðgevin í Hvítu Húsunum, John Kirby sambært www.dagbladet.no, at einki er broytt, tá talan er um politikkin hjá USA um ikki at fremja umfatandi álop á russiskt landaøki.
Á myndini oman fyri, sum tiðindastovan Reuters eigur, er eldur í einum húsum eftir eitt ukrainskt álop á russiska býin, Sudzha í Kursk-regiónini.