H71 og VÍF hava meldað til European Cup hjá bæði kvinnum og monnum

Kappingarnar byrja í september

H71 og VÍF hava meldað til European Cup kappingina hjá bæði kvinnum og monnum.

 

64 lið hava meldað luttøka til European Cup kappingina hjá kvinnum, meðan 63 lið hava meldað til European Cup kappingina hjá monnum.

 

Kappingin hjá monnum byrjar 14. september.

 

Enn er dagfestingin ikki komin nær kvinnurnar leika fyrstu dystirnar, men tað verður helst ikki nógv seinni enn hjá monnunum.