Hákun Edmundsson til B36

Beint fyri tíð hevur B36 tryggjað sær spæliloyvið hjá Hákuni Edmundssyni

Flytingarvindeygað er latið aftur, men beint fyri tíð skifti Hákun Edmundsson spæliloyvið frá ÍF til B36. Hann hevur ikki spælt higartil í ár, men er nú skrásettur í B36.

 

Hákun Edmundsson er eitt kent navn í føroyskum fótbólti. Hann er uppvaksin á Toftum og hevur spælt við B68, og hevur eisini roynt seg í NSÍ, Skála, KÍ og ÍF. Hartil hevur hann spælt við Vendsyssel í Danmark. Hann var eitt skifti eisini liðskipari á U21-landsliðnum.

 

B36 hevur longu tryggjað sær Uros Stojanov frá júst ÍF. Tobias Christensen er farin aftur til Danmarkar, meðan Rói M. Hentze er farin til B68.