Hákun og liðfelagarnir hava vunnið seg í áttandapartsfinalurnar

Tvey tey aftastu liðini í bólki D í EHF European League kunnu ikki longur røkka Skanderborg Århus, ið vann á Eurofarm Pellister í kvøld

 

Hákun West á Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus kunnu síggja fram til tvær EHF European League áttandapartsfinalur í mars.

 

Skanderborg Århus vann í kvøld á heimavølli 24-22 á Eurofarm Pellister úr Norðurmakedonia. Í steðginum var støðan javnleikur 11-11.

 

Samstundis tapti Motor Zaporozhye greitt 24-32 (10-18) fyri oddaliðnum í bólki D, Füchse Berlin á útivølli.

 

Hákun, ið er ársins ítróttarnavn skoraði fimm mál í kvøld, og gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Skanderborg Århus. 

 

Sigurin í kvøld merkir, at Skanderborg Århus endar, ið hvussu er millum fýra tey ovastu liðini í bólki D.

 

Füchse Berlin er greitt oddalið við 14 stigum, Skanderborg Århus er nummar tvey við 10 stigum, Bidosoa Irun úr Spania er nummar trý við sjey stigum. Eurofarm Pellister hevur fimm stig á fjórða plássinum, Motor Zaporozhye er nummar fimm við trimum stigum, og Aguas Santas er aftast við einum stigi. Motor Zaporozhye og Aguas Santas kunnu ikki yvirhála Skanderborg Århus á stigatalvuni.

 

Dysturin í Portugal millum Aguas Santas og Bidosoa Irun byrjar klokkan 19.45 í kvøld. Aftaná tann dystin hava øll liðini í bólki D tríggjar dystir eftir at leika. 

 

Komandi týskvøld hevur Skanderborg Århus heimadyst móti Motor Zaporozhye. Hákun og liðfelagarnir fara eftir øðrum plássinum í bólki D, so teir kunnu møta einum trýara úr einum øðrum bólki í áttandapartsfinalunum.