Hákun og liðfelagarnir vunnu tepran sigur á botnliði

Tað stóð á gomlum nøglum hjá Füchse Berlin, men tað eydnaðist at knógva ein sigur á Balingen-Weilstetten

Hákun West av Teigum óg liðfelagarnir í Füchse Berlin høvdu í dag heimadyst í Max Schmelling høllini móti botnproppinum, Balingen-Weilstetten.

 

Füchse Berlin vóru stórir favorittar til at vinna dystin, men tað sást ikki undir dystinum, at Füchse Berlin var nummar eitt og Balingen-Weilstetten var nummar 18 og aftast í bundesliguni.

 

Füchse Berlin vann ein harðvunnan eittmálssigur 35-34. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 18-16. Füchse Berlin kom framum bæði 24-20 og 26-22, men botnliðið bleiv við at hanga í. Men Hákun og liðfelagarnir sluppu við skrekkinum og knógvaðu tvey sera týdningarmikil stig.

 

Hákun skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir. Góði gamli Hans Lindberg var aftur undangongumaður hjá Füchse Berlin í dag. Hann skoraði átta mál upp á níggju málroyndir.

 

Füchse Berlin er fremst við 45 stigum. Magdeburg hevur 42 stig, men hevur spælt tveir dystir færri enn Füchse Berlin.

 

Longu týsdagin klokkan 17.45 skal Füchse Berlin á vøllin aftur. Tá spælir Füchse Berlin á útivølli fyrru áttandapartsfinaluna í EHF European League móti sveisiska liðnum, Kadetten Schaffhausen.