Halda fram at kanna við markið

Koronukanningarnar við markið halda fram til 31. august

Ætlanin var, at koronukanningarnar við markið skuldu steðga 1. august, men nú hevur Farsóttarnevndin avgjørt, at kanningar eisini skulu gerast í august mánaði.  

 

– Smittutalið hevur verið vaksandi, síðani vit søgdu, at kanningarnar við markið skuldu enda 1. august. Nú hava vit 8-10 smittutilburðir um dagin, og umleið helvtin av teimum verða staðfestir hjá fólki, sum koma til landið. Tí vilja vit halda fram við kanningunum til endan av august, sigur Michael Boolsen, formaður í Farsóttarnevndini, við FM1.

 

Eisini tey, ið eru liðugt koppsett, skulu kannast, tá ið tey koma til landið.