Hallby vann á næstfremsta liðnum

Rói Ellefsen á Skipagøtu, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Hallby vunnu ein flottan sigur í kvøld

Rói Ellefsen á Skipagøtu, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Hallby tóku í kvøld í heimadysti í Jönköping móti næstfremsta liðnum í bestu donsku hondbóltsdeildini, Hammarby.

 

Hallby vann ein flottan 30-26 sigur. Í steðginum var Hallby á odda 16-14.

 

Rói skoraði tvey mál í dystinum.

 

Hallby hevur 19 stig á ellinta og fjórðaftasta plássinum í deildini. Hallby hevur bert eitt stig upp til AMO, ið liggur á tíggjunda plássinum, ið tryggjar, at liðið sleppur undan at spæla upp- og niðurflytingardystir.

 

Um Hallby skírisdag vinnur á Kristianstad á útivølli, og AMO tapir á útivølli fyri Alingsås endar Hallby á tíggjunda plássinum, og sleppur undan at spæla upp- og niðurflytingardystir.

 

Hinvegin so endar Hallby ikki aftanfyri ellinta plássið, so teir skulu í ringasta føri spæla upp- og niðurflytingardystir móti fjórðfremsta liðnum í næstbestu deildini. Nógv týðir á, at tað verður Västerås sum endar á fjórða plássinum í næstbestu deildini.