Hamas: Sjey gíslar dripnir í ísraelskum álopum

Framvegis er ógreitt, hvar 130 gíslar eru, og ísraelska fregnartænastan er komin til ta niðurstøðu, at fleiri enn 30 ikki eru á lívi longur.

Hamas sigur, at sjey gíslar eru dripnir í ísraelskum álopum í Gazageiranum. Tað upplýsir eitt talsfólk fyri Hamas, Abu Ubaida - tó uttan at siga nakað um, nær gíslarnir skulu vera dripnir.

 

Í ógvusliga álopinum á Ísrael hin 7. oktober burturfluttu Hamas og Islamiskt Heiligt Kríggj - eisini rópt Jihad - 250 ísraelar og aðrar útlendingar, sum teir tóku við sær inn í Gazageiran.

 

Síðan eru 110 gíslar latnir leysir aftur í býti við palestinskar fangar í Ísrael. Haraftrat hevur Ísrael bjargað trimum gíslum í Gazageiranum. 

 

Framvegis er ógreitt, hvar 130 gíslar eru, og ísraelska fegnartænastan er komin til ta niðurstøðu, at fleiri enn 30 av hesum ikki eru á lívi longur.

 

Hamas hevur eisini sagt, at fleiri gíslar áður eru dripnir í ísraelskum álopum. Haraftrat hevur Ísrael viðgingið, at teirra herfólk í desember í fjør av óvart skutu og drupu tríggjar gíslar.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í dag.