Handball Cup 2021: Ferð sett á endaligu fyrireikingarnar

Um smáar 2 vikur byrjar Faroe Islands Handball Cup 2021 og ferð er á endaligu fyrireikingunum, siga fyrireikararnir.

 

Komandi vikuna verður meiri at frætta um ferðaætlan, gisting, mat, kappingarskrá, og skipan av tiltakinum annars, soleiðis at luttakandi liðini fáa fyrireika seg.

 

Eins og í fjør er í samstarvi við høvuðsstuðul okkara Suðuroyar Sparikassa lagt upp til nakrar spennandi dagar í Vági frá mánadegnum 2. august til ónsdagin 4. august, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

 

Skoytast kann uppí, at kappingin verður skipað í tráð við Corona-tilmælini.