Handball World hevur gjørt yvirlit við heimsins størstu talentum

Óli Mittún er endaður á einum fínum yvirliti hjá Handball World

Stóri hondbóltsmiðilin, Handball World hevur gjørt eitt yvirlit við heimsins størstu hondbóltstalentum hjá monnum, ið eru undir 22 ára gamlir.

 

Ella sum Handball World málber seg: "Tey talentini sum fáa størst umrøðu".

 

Á fína yvirlitinum hjá Handball World er eisini Óli Mittún.

 

Fína yvirlitið hjá Handball World sær soleiðis út:

 

Francisco “Kiko” Costa - høgru bakkur - Sporting Lissabon og Portugal (19 ár).

 

Óli Mittún - spælskipari - Sävehof og Føroyar (19 ár).

 

Marko Grgic - vinstru bakkur - ThSV Eisenach og Týskland (20 ár). 

 

Frederik Emil Pedersen - spælskipari - GOG og Danmark (18 ár).

 

Petar Cikusa Jelicic - spælskipari - Barcelona og Spania (18 ár).

 

Aleksandar Capric  - vinstru bakkur - ThSV Eisenach og Kroatia (20 ár).

 

Bence Imre - høgru vongur - THW Kiel og Ungarn (21 ár).