Handtaka átta embætisfólk fyri vatnflóð

Høvuðslákærin í Libya krevur, at átta embætisfólk verða handtikin í sambandi við kanningar av vatnflóð.

 

Mynd: Zohra Bensemra/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað sæst í einum boðum frá skrivstovuni hjá ákæranum, skrivar AFP.

Embætismenninir eru undir illgruna fyri »vánaliga umsiting« og ósketni. Persónarnir, sum skulu handtakast, eru ella hava verið í starvi hjá myndugleikaskrivstovuni, sum hevur ábyrgd av vatngoymslum og byrgingum.

Almenna talið av deyðum eftir vatnflóðina í býnum Derna kom um vikuskiftið upp um 3.800. Talan av saknaðum kann tó vera nógv hægri.

##med2##

 

Mynd: Zohra Bensemra/Reuters/Ritzau Scanpix