Hann sparkaði hurðina ígjøgnum og slapp sær til rýmingar

– Tað gekk nokkso harðligt fyri seg, og man mátti brúka pipar, fortelur vakthavandi hjá politinum.

Um 18 tíðina kom ein fráboðan um herverk á einum hotelli í Havn. 

 

Ein maður hevði sparkað eina hurð til eitt kamar inn. Og tá politiið fór á staðið fyri at finna viðkomandi, var maðurin vekk. Hann var farin avstað í einum bili. 

 

Politiið leitaði eftir honum, og lítla løtu seinni kom fráboðan um, at ein bilur hevði rent á ein annan bil á einum einsrættaðum vegi – og hann hevði koyrt øvugtan veg. Tað vísti seg, at tað var sami bilur, sum maðurin var farin avstað við frá hotellinum.

 

Aftaná eina biljagstran, har maðurin millum annað koyrir yvir reytt, eydnast tað politinum at steðga bilinum og handtaka viðkomandi. Hetta var klokkan 18:55 í Gundadali.

 

– Tað gekk nokkso harðligt fyri seg, og man mátti brúka pipar, fortelur vakthavandi hjá politinum.

 

Maðurin verður skuldsettur fyri fleiri ting – herverk, harðskapi móti tænastumanni, at rýma undan, skilaleysa koyring og at koyra ímóti ferðsluni.

 

Tí maðurin hevði bæði koyrt skjótt, koyrt yvir reytt og koyrt ímóti ferðsluni.

 

Blóðroynd er tikin av viðkomandi fyri at síggja, um hann var ávirkaður av rúsdrekka ella rúsevnum.

 

Maðurin var í 40'unum.

 

Hetta var tað størsta politimálið í gjár. Umframt hetta vóru nøkur smá mál um seyðir í gingu leysir í Vágum, Havn og í Suðuroynni.