Hanus Sørensen og Andrias Edmundsson, sum spælir í Póllandi, komu vegin fram til Jerevan í Armenia úr Warsawa í Póllandi. Hanus Sørensen hevði verið í Slovenia og gjørt sáttmála við NK Celje í Slovenia.
Hetta hevur verið eitt av meira umtalaðu skiftunum við einum føroyskum spælara í seinastuni. 23 ára gamli havnarmaðurin skiftir til slovenska meistaraliðið NK Celje. Skiftið bleiv eisini umstrítt, tí Hanus Sørensen endaði uttanfyri í HB og sáttmálastøðan gjørdi, at hann ikki var við í steypafinaluni, sum HB vann eftir brotssparkskapping móti B36.
Partarnir hava gjørt ein tvey og eitt hálvt ára sáttmála. Sum skilst, so er Hanus Sørensen ætlaður sum høgri bakkur, men NK Celje spælir upp á ein máta, so at høgri bakkur til tíðir endar sum miðvallari. Tí kemur tað væl við, at Hanus Sørensen hevur royndir á báðum plássum.
Venjari hjá NK Celje er fyrrverandi Liverpool spælarin Albert Riera. Liðið liggur í løtuni á fjórða plássi í slovensku landskappingini. Hanus Sørensen kann ikki spæla fyri nýggja felagið fyrr enn eftir ársskiftið.
Hanus Sørensen og føroyska landsliðið eru í løtuni í Armenia. Dysturin verður hósdagin klokkan 17.