Harðligur við tollara

Maðurin bleiv settur í brummuna.

Í gjár kom ein maður í land á flogvøllinum í Vágum, og hann endaði við at vera harðligur ímóti einum tollara.

 

Ringt varð eftir politinum, og maðurin bleiv tikin og settur í brummuna. Hann var fullur og skal avhoyrast í dag.

 

Eisini fer politiið at hyggja at vakmyndatólunum á flogvøllinum, umframt at tosa við tollararnar. Tað verður tikið í stórum álvara, tá fólk gera seg inn á tollarar, meðan teir eru til arbeiðis.

 

Eitt annað mál var eisini í gjár, og tað var um tveir menn, ið fóru at berjast. Annar maðurin varð tikin av løgregluni, men máðir tveir fáa 3.000 krónur í bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

 

Eisini kannaði løgreglan ferðsluna í gjár, og í Kollafirði vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Ein av teimum koyrdi næstan 130 km/t.