Hava boðað frá fleiri skaðum – men tað er smáttarí

Men veðrið verður upp aftur hetta næsta samdøgurið

Tað hevur verið rættiliga fitt av vindi og løgreglan sigur eisini, at har hava fleiri fólk ringt inn at boða frá skaða. Men talan hevur bara verið um smáttarí, neystatekjur, sum eru farnar, leysar takplátur – og annað leyst. Og so er tað tann afturvendandi trupulleikin, at fólk ansa ikki eftir trampolinini og aftur nú er ein trampolin farin í luftina.

 

Í gjár ávaraði løgreglan um nógvan vind og heitti á fólk um at ansa eftir, at tey einki hava liggjandi rundan, sum kann verða tikið av vindi og elva til skaða. Tað er kanska hóskandi at endurtaka tað áheitanina í dag, tí eftir veðurtíðindunum veksur vindurin út á dagin vestan eftir, og hann veksur upp aftur meiri í nátt og í morgin ári.

 

Í hesum sambandi verður boðað frá hvirlum upp á yvir 30 metrum um sekundið seint seinnapartin í dag og seinni, í nátt, og í morgin ári, verður tað 40 metrar um sekundið í hvirlunum. Vindurin heldur á til út á fyrrapartin í morgin, tá ið hann, nokk so knappliga, minkar aftur.