Hava samtykt broytingar í miðbýnum í Havn

Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi 26. januar 2023 nýggja heildarætlan fyri miðbýarkjarnuna í Tórshavn.

»Urtagarðsbýurin« er ein langskygd ætlan, ið skal skapa lív í býnum og liggja til grund fyri nýggjari serstakari byggisamtykt fyri miðbýin, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

– Urtagarðsbýurin er eitt skipanaruppskot, tað vil siga eitt uppskot til, hvussu vit skipa miðbýarkjarnuna í framtíðini, og tað er úrslitið av einari tilgongd, sum byrjaði fyrst í 2022. Tú kanst lesa meira um tilgongdina og karmarnar fyri uppskotinum niðanfyri. Á hesari síðuni sært tú eisini simuleringsvideo av miðbýnum og upptøkur frá kunnandi borgarafundinum, ið varð hildin í Finsen mikudagin 25. januar 2023, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Niðanfyri sært tú millum annað simuleringsvideo av miðbýnum og upptøkur frá kunnandi borgarafundinum, ið varð hildin í Finsen mikudagin 25. januar 2023.

 

##med2##

 

Urtagarðsbýurin – heildarætlan fyri miðbýarkjarnuna