Havnardreingir vóru fremstir

Barnaróður dreingir: Títlingur vann, og dreingirnir úr Kollafirði vóru næstfyrstir

mynd: facebook síðan hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.

Tað vendi øðrvísi í jóansøkuróðrinum millum barnamanningar við dreingjum, enn tað gjørdi fyri stórari viku síðani.

 

Í fjarðastevnuróðrinum, ið var á Skálafjørðinum, var Dúgvan fremst, Sævarmoy var næstfyrst, Kollur var á triðja plássi og Títlingur var á fjórða plássi.

 

Í dag var Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag fremstur. Hann var meiri enn eitt sekund undan Kolli, sum vann tætta kapping um næstfremsta plássið við Sævarmoy, Dúgvuna og Tjaldrið.

 

Títlingur var bestur í startinum, og Kollur fylgdi væl við. Hjá Sævarmoy og Dúgvuni riggaði tað ikki so væl í startinum, men hesir báðir bátarnir fótaðu sær. Kortini megnaðu teir einki at gera við Títling og Koll.

 

1Títlingur02:35.18700
2Kollur02:36.23600
3Sævarmoy02:36.40500
4Dúgvan02:37.05400
5Tjaldrið02:37.28300
6Tistil02:42.25200
7Leikalind02:45.22100
8Ternan02:46.48000
9Blíkur02:47.40010
10Knúkur02:47.45000
     

mynd: facebook síðan hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.