Havnargentur vóru fremstar

Barnaróður gentur: Tistil hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag vann spennandi kappingina um næstfremsta plássið

Tað gekk soleiðis, sum tað gjørdi fyri einari stórari viku síðani, tá ið finala var í barnaróðrinum fyri gentur á jóansøku.

 

Fyrsta finalan er av í útsetta kappróðrinum á jóansøku á Tvøroyri. Í gjár bar ikki til at rógva, tí tað var so nógvur vindur. Í dag skínur sólin av heiðum himni, og hóast tað er eitt lot, so eru líkindini hampuliga góð at rógva kapp.

 

Drekin stakk beinanvegin stavnin framum hinar bátarnar, og tað var skjótt, at fjarstøðan aftur til næstu bátarnar var meiri enn ein hálv bátslongd. So dróg saman millum fleiri bátar, áðrenn Drekin av álvara stevndi einsamallur fram ímóti málinum og vann sannførandi sigur.

 

Drekin vann eisini næstsíðsta leygardag, tá ið fjarðastevnuróðurin var á Skálafjørðinum.

 

Kappingin um næstfremsta plássið var ógvuliga spennandi. Tistil hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag var næstfyrstur, Sílið hjá Havnar Róðrarfelag var eitt lítið vet aftanfyri á triðja plássi, og Sævarmoy hjá Klaksvíkar Róðrarfelag vann tætta kapping um fjórða plássi við Svalan.

 

 

 

1Drekin02:38.40700
2Tistil02:41.33600
3Sílið02:41.44500
4Sævarmoy02:42.38400
5Ingibjørg02:43.03300
6Svalan02:43.11200
7Blikur02:45.17100
8Junkarin02:47.22000
9Havørnin02:51.20000
10Súlan02:51.22000