Havnarkona í Perth lagt árarnar inn

Leygarkvøldið 28. februar andaðist 96 ára gamla havnarkonan Hanna Julia Edwards (fødd Jensen) á einum hugnaligum ellisheimi í Perth á australsku vesturstrondini.

Hanna var fødd í 1925 og elsta dóttir Christian og Anniku Jensen í Havn. Yngra systirin Malfrid doyði ung av tuberklum í 1953, og yngri beiggi hennara Heri Jensen andaðist 63 ára gamal í 1995.

Tað rann saman millum Honnu og walisiska hermannin Ted Edwards í Íslandi í 1944. Hon tænti tá í Íslandi, og hann gjørdi hertænastu í Royal Marines. Tey giftust í dómkirkjuni í Reykjavík 4. juli 1945 og búðu har til 1946.

Tá fluttu tey bæði til Onglands. Tey reikaðu runt millum Liverpool og norðara partin av Wales, áðrenn tey settu seg niður í Birmingham, har elsta dótturin Brenda var fødd í 1948. Nakað seinni fluttu tey til Føroya har yngra dótturin Ann var borin í heim í 1951.

Ted stoypti hús og plagdi at fortelja hvussu kløkkur hann var tann eina dagin, tí vápnaðir menn fóru rennandi algoysitr oman í Vágsbotn. Tá vóru grindaboð, sum hann onki visti um.

Tá tey seinni fluttu aftur Onglands, búsettu tey seg aftur í Birmingham. Hóast ferðasambandið og samskiftið var øðrvísi tá, so slitnaði sambandi ongantíð millum Birmingham og Havnina. Tey vitjaðu javnan í Føroyum, og í Birmingham tóku tey ímóti gestum úr Føroyum.

Meðan eldra dótturin Brenda giftist við bretanum Roy Sanders, so giftist Ann við einum fronskum løgreglumanni og búsettist við fronsku miðalhavsstrondina.

Brenda og Roy valdu saman við øðrum vinfólkum at royna eydnuna í Australia tíðliga í áttatiárunum og búsettu seg í Perth. Tá vóru ongar bindingar eftir í Birmingham.

Hanna kom heim til Føroya at verða eitt skifti mitt í fýrsunum. Kanska var tað fyri at siga Føroyum farvæl, áðrenn hon flutti hinumegin knøttin.

##med2##

Flyta til Australia

Tí tá hon rakk pensjónsaldur í 1989, seldu hon og maðurin Ted húsini í Birmingham og fluttu til Perth. Tey búsettu seg í somu gøtu sum dótturin Brenda og ommubørnini Scott og Nina í býarpartinum Kalamunda.

Hanna Julia kom ongantíð aftur til Føroya. Kortini hitti hon beiggja sín aftur, tí verfaðir Heri legði nógv fyri, tá seksti ára føðingardagurin nærkaðist, og beyð allari fjølskylduni við sær til Australia at vitja systrina og familjuna har.

Tað var ein ógloymandi ferð fyri okkum øll, sum búðu hjá familjuni í Kalamunda og vitjaðu forkunnug støð á vesturstrondini, áðrenn vit løgdu leiðina tvørturum Australia til Sydney hagani vit flugu heim.

##med3##

Hóast tað er langt úr Perth til Havnar, so er sambandið framvegis gott millum skyldfólkini. Brenda og maðurin Roy vitjaðu í Føroyum stutt eftir aldarskiftið, og í 2018 fór øll familjan úr Føroyum aftur til Perth at vitja.

Hanna Julia var tá flutt inn á eitt ”elderly home” at búgva, tí beinini bóru hana ikki longur, og Ted var fallin frá í 2011. Men skarpa vitinum bagdi onki, tá hon á óspiltum havnarmáli fortaldi frá gomlum døgum í Havnini.

Seinastu árini í Perth hevði hon rundanum seg bæði dóttrina Brendu, tey trý ommubørnini Scott, Ninu og Alex og seks langommubørn, sum øll róptu hana omma. So hon hevði tað gott í Perth.

Føroyar vóru ongantíð langt burtur, tí á bróstinum í heimi hennara hingu myndir ur Føroyum, og hon kveikti so mikið av áhuga fyri føroyska upprunanum, at ommudótturin Nina kom heim til Føroyar við manni og børnum at halda jól og nýggjár fyri einum ári síðani.

Hanna Julia verður kórsett í Perth fríggjadagin 12. mars.

Friður verið við minninum um havnarkonuna Honnu Juliu Edvards fødd Jensen.

 

Magni Arge