Havnin er sum ein stór bygd

Vit mugu byggja bústaðir heilt øðrvísi enn vit hava gjørt higartil, heldur býráðslimur í Havn

Elsa Berg heldur, at býráðið í Havn má leggja á heilt annan bógv

Tað er alneyðugt, at Tórshavnar Kommuna fær ein nýggjan bústaðarpolitikk. Tað heldur Elsa Berg, býráðslimur í Havn fyri Tjóðveldi. Hon sigur enntá, at tað er rættiliga átroðkandi, at Tórshavnar Kommuna fær ein nýggjan bústaðarpolitikk.

 

Hon heldur nevniliga, sum Havnin sær út nú, er hon sum ein stór bygd. Tað hon serliga hugsar um, er mátin, sum tað verður bygt upp á í Havnini.

 

Samstundis vísir ein tørvsmeting, at tað verður brúk fyri 3.000 bústøðum afturat í Havnini hesi næstu tíggju árini.

 

– Men vit halda bara fram at byggja, sum vit altíð hava gjørt. Tað merkir, at vit byggja nógv sethús og raðhús, men vit byggja ikki serliga nógvar íbúðir.

 

Avleiðingin av tí mátanum, sum tað nú verður bygt upp á, er, at Havnin bara flánar út eftir lendinum og Elsa Berg heldur, at hetta tekur allan stórbýardám úr Havnini. Tí heldur hon, at býráðið eigur at byggja tættari - og hægri í Havn.

 

– Sum er byggja vit fólkið burtur úr miðbýnum og tí býarumhvørvi, tey vilja hava, sigur hon.

 

Tí heldur hon, at tey eiga at koma burtur frá hugburðinum um, at øll skulu hava síni egnu sethús. Tað verður eisini sagt, at øll vilja hava sethús, men Elsa Berg sigur, at veruleikin er, at nógv vilja hava íbúð.

 

Hon sigur, at tað er eitt rættiliga stórt tal á sethúsum í Havn. Samstundis eru tað nógv eldri fólk, sum vilja sleppa av við húsini, so at tey kundu flutt í eina minni íbúð ístaðin. Men tað ber ikki til, tí tað eru alt ov fáar íbúðir til.

 

Hon sigur, at tað er ikki so nógv byggilendi til taks. Samstundis heldur hon, at tey eiga at verja tað vátlendi, sum er eftir, og tað náttúru yvirhøvur, sum er eftir í Havn.

 

Tað merkir, at býráðið má brúka tað lendið, sum longu er tikið til bygging, nógv effektivari enn gjørt verður í dag. Tí skulu tey gera meiri burtur úr at byggja háhús við íbúðum, serliga í miðbýnum í Havn, heldur hon.

 

Samstundis skulu tey gera minni burtur úr at byggja sethús og hon heldur, at tað skal vera meiri á bygdunum, at sethús verða bygt.

 

– Men í Havn skulu vit byggja høgt og vit skulu byggja tætt, sigur Elsa Berg. Hon heldur eisini, at teir bygningar, kommunan sjálv eigur í miðbýnum, skulu gerast til íbúðir.

 

Hon heldur, at býráðið eigur eisini at gera sær greitt, hvørjar hentleikar, og hvørjar tænastur, skulu vera í miðbýnum í Havn. Og hon heldur, at tað skulu vera tænastur fyri allar aldursbólkar.

 

Og tá ið bygt verður tætt, slóðar tað eisini fyri at tað koma fleiri tænastur, heldur hon.

 

Hon sigur, at Tórshavnar Býráðið kundi brúkt býir í Skotlandi, og aðrastaðni, til fyrimynd. Har hava tey gjørt 20 minuttir býlingar og tað merkir, at tað skal ongantíð vera longri enn 20 minuttir hjá fólki at koma til skúla, til handils, á matstovur, o,s.fr.

 

Elsa Berg heldur, at býráðið í Havn má leggja á heilt annan bógv