Spennandi ábendingar um toskin á Føroyabanka

- Toskurin á Føroyabanka er møguliga í ferð við at koma fyri seg aftur, siga tey á Havstovuni, nú Jákup Sverri hevur gjørt yvirlitstrolingar á Bankanum.

 

Yvirlitstrolingin á Føroyabanka, sum verður gjørd á vári og um heystið, gevur nú ábendingar um, at meira er til av toski. 

 

Hetta vísa eisini kanningarnar, sum havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, júst hevur gjørt á Bankanum, har 29 hál á ein tíma vórðu gjørd.

 

- Tað var væl meira at fáa av toski enn undanfarin ár, og hetta var toskur í øllum støddum.

 

Á Havstovuni siga tey, at kanningarnar hesaferð samsvara við úrslitini frá yvirlitstrolingunum um várið.

 

- Her hevur meira verið at fingið av toski síðan 2020. Sostatt eru tekin um, at toskurin á Bankanum møguliga er í ferð við at koma fyri seg aftur.

 

Lagt verður aftrat, at toskastovnurin á Føroyabanka fór niður í nærum einki í 2006, og í 2008 varð Bankin friðaður fyri allari veiði.

 

- Hýsan kom fyri seg í 2017. Eisini øktist nøgdin av longu og havtasku nógv um hetta mundið.

 

Á Havstovuni siga tey, at hóast hýsa, longa og havtaska vóru at fáa frá 2017 at rokna, var framvegis lítið av toski.

 

- Hetta vístu bæði yvirlitstrolingar og royndarveiða við línu árini eftir.

 

Í frágreiðingini hesaferð verður nevnt, at tankar eitt nú hava verið frammi um, hvørt toskurin møguliga ikki tolir so væl økta sjóvarhitan.

 

- Sjógvurin er serstakliga heitur á Føroyabanka. Um tað er rætt, at toskurin kanska ikki tolir so væl heitari sjógv, kunnu framtíðarútlitini gerast døpur.

 

Lagt verður aftrat, at yvirlitstrolingin hesa seinastu vikuna tó bendir á, at støðan er meira positiv.

 

Havstovan heldur mangt benda á, at veiðitrýstið á Bankanum helst ikki skal vera ov høgt, um fiskurin skal koma fyri seg aftur.

 

- Yvirlitstrolingin hesaferð vísti eisini, at tað framvegis er nógv til av hýsu á Føroyabanka, men at nøgdirnar av longu og havtasku møguliga eru minkaðar nakað.

 

Sagt verður, at nebbasild var høvuðsføðin hjá toskinum, sum Jákup Sverri fekk, og hetta er møguliga ein orsøk til, at so lítið fæst av toski við línu.