Løgreglan á Jamaika heldur, at ein 16 ára gamal drongur, sum týsdagin varð funnin deyður í sjónum - uttan høvur og annan armin - varð álopin av hávi.
Tað veit tíðindastovan, Sky News, at siga.
Drongurin, Jahmari Reid, var mánadagin farin út at veiða við einari harpun. Hetta var nærindis umtókta frítíðarstaðnum, Montego Bay.
Illa viðfarna líkið av dreinginum varð funnið dagin eftir av fiskimonnum á leiðini.
- Eg kann ikki trúgva, at hetta var úrslitið av, at sonurin fór einsamallur at veiða. Hetta er syrgiligt, og eg havi tað so ringt.
Soleiðis sigur pápi dreingin, Michael Reid, við Jamaica Observer.
Nú ynskir fólkið í lokala umhvørvinum, har drongurin búði, at finna hávin í einari roynd at finna høvdið á tí 16 ára gamla.
Sambært altjóða tíðarritinum, Shark Attack File, er tað ikki so ofta, at hávur leypir á menniskju.
Í fjør komu fráboðanir um 69 hávaálop í heimshøpi, harav 14 fólk lótu lív, veit Shark Attack File at siga.