HB eksploderaði í sólskininum

Trivaligur sigur ber við sær, at greipuvinnararnir nú eru stórfavorittar at halda fram í europeisku kappingini

Í kvøld skrivaði HB søgu. 4-0 sigurin í Conference League á ovara vølli í Gundadali er tann størsti, sum HB nakrantíð hevur vunnið í Europa.

 

HB fer ikki at at spæla landskappingardyst ímóti KÍ á ólavsøku. Hann er útesttur, tí HB um eina viku skal spæla í Podgorica, sum er høvuðsstaður í Montenegro ella Svartfjallaland, sum íslendingar nevna landið, ið áður var partur av gamla Jugoslavia.

 

Úrslitið og avrikið í sólini í Gundadali í kvøld gera, at tað er rættiliga sannlíkt, at HB spælararnir á ólavsøku fara at ganga oman og niður – um nú koronan fer at loyva tí ella teir kanska fara at sita í óuppibornum sóttarhaldi – og fegnast saman við sínum fjepparum og øllum føroyska fótbóltsheiminum um, at tað loksins í ár er eydnast føroyskum liði at spæla seg víðari í europeiskari kapping.

 

Óeydnistúrurin í Albania man framvegis kennast sum steinur í skónum. Men avrikið og úrslitið í dýrdarveðrinum í Gundadali í kvøld eiga at taka stóran part av tí vónbrotinum burtur. Undir øllum umstøðum hava tey í HB og føroyskur fótbóltur sum heild alla orsøk at fegnast um avrikið og trivaliga 4-0 sigurin ímóti Buducnost úr Podgorica.

 

Fyrr í summar er tað staðfest, hvussu ógvusligar avleiðingarnar eru, tá ið málverjin ger mistøk í europeiskum dystum. Um føroysk lið skulu hava møguleika at spæla seg víðari, so er neyðugt, at málverjin fleiri ferðir bjargar, tá ið tað so at siga eigur at vera mál. Soleiðis var tað hjá HB í kvøld. Liðformaður og landsliðsmálverjin Teitur Matras Gestsson bjargaði einar tríggjar ferðir, tá ið eingin hevði havt orsøk at finnast at honum, um mótstøðuliðið skoraði.

 

Tað vóru 20 minuttir kring steðgin, at HB eksploderaði og loksins vann úrtøku úr yvirvágini. Michal Przybylski skoraði dygst undan steðginum og dygst eftir steðgin, Pætur J. Petersen økti til 3-0 í besta Joakim Mæhle stíli, og so staðfesti ísakaldi Daniel Johansen rimmar sigurin við broitssparki.

 

HB sigurin var søtur fyri greipuvinnararnar og føroyskan fótbólt. Hann var eisini merkisverdur, tí leikliga avrikið minti ikki so lítið um í fjør, tá ið avrikini á veg ímóti FM og finalusigri í steypakappingini vóru so sera sannførandi.

 

Tað var spæligleði og hugflog, tað var kraft og skjótleiki, og tað bar við sær, at sjálvsálitið støðugt vaks.

 

Merkisvert var tað, at spælarar, sum higartil í ár ikki hava átt serligan leiklut og sammett við í fjør ikki hava trivist nakað serligt, blómaðu og foldaðu seg út. Her verður hugsað um eitt nú Michal Przybylski, Pætur J. Petersen, Adrian Justinussen og so Hilmar Leon Jakobsen, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin og var um reppið at skora, tá ið hann sneiddi seg leysan og smekkaði bóltin undir tvørtræið og niður í vøllin, tíverri skeivu megin málstrikuna.

 

https://in.fo/myndasavn

 

HB – Buducnost Podgorica 4-0 (1-0)

 

1-0: Michal Przybylski 45.

 

2-0: Michal Przybylski 47.

 

3-0: Pætur J. Petersen 58.

 

4-0: Daniel Johansen br 66.

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – René S. Joensen (Hilmar Leon Jakobsen, 46.), Heðin Hansen – Pætur J. Petersen (Stefan Radosavljevic, 67.), Michal Przybylski (Ási Dam, 81.), Adrian Justinussen (Mads Mikkelsen, 91.) – Mikkel Dahl (Áki Debes Samuelsen, 81.)

 

Á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Dan í Soylu, Jákup Thomsen, Samuel Johansen Chukwudi

 

Gult kort: René S. Joensen

 

Venjari: Kevin Schneider