HB fær maltesiskan dómara í dystinum móti Hajduk Splidt

35 ára gamal maltesi skal leiða dystin millum Hajduk Splidt og HB

Hóskvøldið klokkan 20 bíðar ein torfør uppgáva hjá HB í øðrum undanumfarinum í Conference League.

 

Á útivølli á Poljud leikvøllinum í Splidt bíðar kroatiska stórliðið, HNK Hajduk Splidt.

 

Tað verður 35 ára gamli maltesin, Matthew De Gabriele sum verður høvuðsdómari til dystin.

 

Matthew De Gabriele hevur verið altjóða dómari síðani 2019.

 

HNK HAJDUK SPLIDT (CRO) - HB TÓRSHAVN (FRO)

Dómari: Matthew De Gabriele MLT

Hjálpardómari 1: Jurgen Spiteri MLT

Hjálpardómari 2: Mitchell Scerri MLT

Fjórði dómari: Andrea Sciriha MLT

UEFA dómaraeygleiðari: 

UEFA umboð: Myrsíni Psaropoúlou GRE