HB smurdi Víking av

Fyri fyrstu ferð í ár vann HB í kvøld ímóti Víkingi, og tað var ikki hissini sigur

Kevin Schindler var í kvøld einsamallur á HB beinkinum

Summarfrítíðin er liðug hjá fótbóltsspælarunum í fremstu røð. Ella rættari sagt er summarfrítíðin av hjá teimum, sum hava havt møguleika at halda stuttan summarsteðg.

 

NSÍ og KÍ hava ikki havt summarfrí. Hesi feløgini hava seinastu vikurnar verið upptikin av europeisku luttøkuni, og tað eru tey framvegis.

 

HB skal í næstu viku spæla í Conference League. Í kvøld var HB í Sarpugerði og spældi venjingardyst. Fyrr í ár hevur Víkingur vunnið tvær ferðir í landskappingini ímóti HB. Bæði í Sarpugerði og í Gundadali vann Víkingur 2-1.

 

Í kvøld var einki at rafla um. HB vann 9-0 eftir 3-0 í fyrra hálvleiki.

 

Adrian Justinussen skoraði tvey mál, og hini skoraðu René Shaki Joensen, Stefan Radosavljevic, Áki D. Samuelsen, Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl og Pætur J. Petersen.

 

Á liðnum hjá Víkingi vóru teir, sum plaga at manna liðið, burtursæð frá Gunnari Vatnhamar og Geza David Turi.

 

HB hevur ikki enn boðað frá, hvør fer at hava ábyrgdina av liðnum tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum. Í kvøld var Kevin Schindler einsamallur á beinkinum. HB avrikið í kvøld man heilt víst hava styrkt um hansara støðu í HB. Ikki síðani teir í fjør vunnu bæði landskappingina og steypakappingina hevur HB spælt við sovornum eldhugi og spæligleði, sum teir vístu í kvøld.

 

Kevin Schindler, sum var hjálparvenjari og hevur verið virkandi venjari, síðani Jonas Dal Andersen fór úr starvi, hevur ikki neyðugu pappírini fyri at hava ábyrgd av liði í fremstu røð. Sum tað skilst í HB, so verður tað arbeitt við at finna venjara, ið hevur neyðugu útbúgvingina, og sum kann vera saman við Kevin Schindler á beinkinum.

 

HB skal hóskvøldið um eina viku spæla í Conference League á heimavølli ímóti FK Budućnost Podgorica úr Montenegro.

 

Víkingur skal 27. juli spæla landskappingardyst á heimavølli ímóti NSÍ.

 

Kevin Schindler var í kvøld einsamallur á HB beinkinum