HB vann á B36

VFF Kup: Fult umfar hevur verið í Venjarakappingini um vikuskiftið

Fimm dystir hava verið í VFF-Kup hjá Venjarafelagnum um vikuskiftið. KÍ vann í gjár 2-0 á EB/Streymi, meðan HB, Víkingur, B68 og ÍF vunnu í dag.

 

Dysturin millum EB/Streym og KÍ bleiv framskundaður til í gjár. Her vann KÍ 2-0 við málum frá Pálli A. Klettskarð. Magne Hoseth, nýggjur venjari hjá KÍ, hevur brúkt fleiri av teimum ungu spælarunum, men í gjár vóru fleiri av royndu spælarunum við aftur.

 

Í Gundadali vann HB 2-0 á B36. HB hevur skift til 3-5-2 og í dag vóru flestu av profilunum við. Tað er eyðsæð, at áleypararnir Mads Borchers og Mikkel Dahl hava givið HB eina nýggja dimensjón. Málskjúttar vóru Mikkel Dahl og Adrian Justinussen. Málið hjá Adriani Justinussen var avbera vakurt. Eitt skot uttanfyri brotsteigin.

 

Fyri B36 var nýggi Isak Jonsson í verjuni. Hann vísti til tíðir góð tekin, men talan var eisini um eitt ung lið hjá B36 til tíðir, sum spældi kontrakent.

 

ÍF hevði ikki vunnið í VFF-Kup undan dystinum móti 07 Vestur í dag. Við málum frá Dánjali á Lakjuni og Jóhan Højbro kom fyrsti sigurin tó í hús. Felagið boðaði eisini frá í dag, at sáttmáli er gjørdur við Ruben Møller Nielsen, sum verður nýggjur spælari.

 

Víkingur skal nú finna stevið uttan Noah Mneney, sum er seldur til Bryne BK í næstbestu deildini í Norra.Í dag bleiv tað til ein 2-0 sigur á AB. Finnur Justinussen skoraði bæði málini.

 

TB er ikki við í Venjarakappingini og tí er NSÍ, sum spælir í næstbestu deildini, við. Í dag skuldi NSÍ enduruppliva grannadystin móti B68, sum kostaði lívið í Betri deildini í fjør. Aftur her vann B68. Hesa ferð 2-1. Sum skilst skoraði Sebastian Lau Nielsen tað fyrr, meðan tað seinna var eitt sjálvmál.