Heðin Mortensen manipulerar: Náttarfriðurin hjá summum hevur størri týdning enn hjá øðrum

Nú, borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu hevur gjørt av, at ein ávís tung ferðsla ikki longur sleppur at koyra í Havnini á náttartíð, er sjálvt avgerðargrundarlagið sera áhugavert

 

Borgarstjórin var í útvarpinum í farnu viku og fortaldi, at bæði hann og kommunan høvdu fingið fleiri klagur frá fólki. Klagurnar snúðu seg um, at fólk ikki fingu frið ella sovið um náttina fyri óljóði og rystingum frá lastbilum, sum koyra grót frá Sandoyartunnlinum. Borgarstjórin greiddi frá, at húsini ristast av ganginum og tí mátti hann taka hesa avgerð fyri at verja hesi fólkini í kommununi.

 

Júst hetta sama – at fólk ikki fáa sovið fyri óljóði og rystingum - hava borgarar kring havnaløg klagað um og víst á í fleiri áratíggju, men støðan er sum heild bara versnað. Serliga er støðan hjá borgarum kring havnaløg í Tórshavnar kommunu versnað munandi, síðani nýggja býráðssamgongan kom til. So seint sum í gjár hevur eitt skip ligið á Oyrareingjum og órógvað borgarar hvíludagin.

 

 

 

Øll ikki líka fyri lógini

 

Heimafriði lystir at vita, hví svøvnurin hjá teimum, sum búgva í Svanga er týðningarmiklari enn svøvnurin hjá teimum, sum búgva Yviri við Strond, Oman Hoydalar ella hjá teimum, sum búgva tætt við sjóvarmálan.

 

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur brúkt nógva tíð uppá at negligera og manipulera veruleikan um ampar frá skipum, ikki bara í býráðnum, men sanniliga eisini í almenna rúminum.

 

Fleiri dømi kunnu nevnast, men lat okkum nevna feskastu dømini:  Á næstseinasta býráðsfundi, tá Ruth Vang frá Framsókn setti málið á skrá, vildi varaborgarstjórin tiga málið burtur, ímeðan borgarstjórin helt upp á, at tað bert var ein persónur, sum hevði ampar.

 

Seinni, tá borgarstjórin og býráðsamgongan varð kroyst uppí ein krók av suðurstreymoyar javnaðarfelag og fjølmiðlunum, valdi borgarstjórin at stongja kaiina á Oyrareingjum fyri allari umskipan og grundgav avgerðina við, at størstu larmvansarnir komu av Oyrareingjum.

 


Heðin Mortensen villeiðir

 

Hevði borgarstjórin í Tórshavnar kommunu haft eitt lítið sindur av áhuga fyri at loyst málið, hevði hann ikki tikið eina slíka avgerð. Við eini meiningsleysari avgerð, sum hvørki ger til ella frá, megnaði borgarstjórin at manipulera tey, sum ikki vita betur til at halda, at nú var friður á Signabø og Oyrareingjum. 

 

Men so er ikki, tí skip sleppa framvegis at larma óavmarkað, uttan leiðreglur ella eftirlit - eisini á Oyrareingjum. Tað áhugaverda er, at hetta bert er galdandi fyri larmvansar frá skipum, tí nú vísir tað seg, at annað virksemið sjálvsagt skal avmarkast, hava leiðreglur ella í hesum førinum steðgast.

 

 

 

Royndartíðin longd pínslutíð

 

"Royndartíðin", sum landstýrismaðurin hevur givið havnunum er byrjað og havnirnar skulu í hesum tíðarskeiðinum paradoksalt prógva, at tær kunnu taka ábyrgd av einum øki, tær hava haft ábyrgd av alla tíðina, og sum Kommunufelagið hevur heitt á landsstýrismannin at gera felags leiðreglur fyri, tí kommunurnar ikki sjálvar megna hesa uppgávu vegna kapping millum havnirnar.

 

Heimafriður øtast um avgerðina hjá landstýrismanninum og væntar onga broyting frá kommununum, sum er til frama fyri borgararnar. Vit vænta hinvegin, at vegurin til heimafrið verður longdur, og at stríðið als ikki er av.


Vit liva tó í vónini um, at tað øvugta verður prógvað.