Heildarætlan fyri økið - uttan diagnosu til diagnosu

Sambandsflokkurin gjørdi eitt stórt fet á leiðini at betra um serøkið, men enn eru alt ov nógv, sum framvegis onga hjálp fáa.

 

Hyggja vit eftir, hvat hjálp ein kann fáa uttan eina diagnosu, so er ongin lóg, sum tryggjar, at allir borgarir hava rætt til somu hjálp. Áðrenn ein diagnosa er stillað, er tað upp til tær ymisku kommunurnar at avgera, um fleiri tímar skulu inn í dagstovn, ella skúla. Vit hava onga felags lóg, sum ásetur, at børn uttan diagnosu hava rætt til hjálp.

 

Sjálvandi er barnaverndin eitt øki, sum kommunurnar varða av, og tískil er tað eisini har, upp til kommunurnar hvat verður sett inn av hjálp, og hetta kann vera sera ymiskt frá familju til familju, og ráðgeva til ráðgeva. Her er heldur ongin serkunnleiki innan øki, at er í almannaverkinum, tí tey eiga ábyrgdina saman við psykatriini tá talan er um serøkið.

 

Í dag er bíðitíðin til útgreinan uml 20 mðr, hetta eru 20 mðr har barnið ikki fær røttu hjálpina, 20 mðr. er ómetaliga longi at bíða, og skaðin gerst enn størri.

 

Um vit tryggja, at so skjótt eitt barn vísir tekin, verður sett inn, óansæð diagnosu ella ikki, so høvdu vit kunna fyribyrgt nógvum syrgiligum lagnum.

 

Alt hetta hongur saman, tá vit tosa um, at børn heilt niður í 12 ára aldurin rúsa seg, og ung koma illa fyri. Fyri nøkrum árum síðani, eg minnist ikki um tað var ein sending í sjónvarpi ella útvarpi, men tað var úr fongslinum í Mjørkadali, her hoyrdu vit, at fleiri av teimum, sum sótu inni, høvdu fingið eina diagnosu eftirfylgjandi.

 

Eg eri als ikki har, at øll børn hava eina diagnosu, og tí vísi eg á, at áðrenn ein diagnosa er ásett, fær barnið so at siga onga hjálp, uttan tað kommunan er villig til at veita. Hetta mugu vit fáa tryggja, sum land, at hjálpin er tann sama, óansa bústaða.

 

Skulu vit grípa inn tíðliga, mugu vit gera eina heildarætlan, sum eisini umfatar børn, har ongin diagnosa er ásett, so skulu vit grípa inn tá foreldur/fakfólk, í varða av barni, hava mistanka um, at her má serlig skipan inn.

 

 

 

Anita Heinesen

 

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið