Bretski heilsumálaráðharrin hevur koronu

- Eg eri fegin um, at eg havi fingið báðar koppsetingarnar, og at sjúkueyðkennini eru mild, sigur hann og mælir øllum til koppseting.

 

Her situr Sajid Javid undir liðini á forsætisráðharranum, Boris Johnson.

Heilsumálaráðharrin í Bretlandi, Sajid Javid, er koronu-smittaður. Tað skrivar hann sjálvur á Tvitter í dag.

 

- Í morgun eri eg staðfestur positivur fyri covid, skrivar heilsumálaráðharrin.

 

Hin 51 ára gamli skrivar, at hann bíðar eftir PCR-úrslitinum.

 

- Eg eri takksamur fyri, at eg havi fingið báðar koppsetingarnar, og at sjúkueyðkennini eru mild.

 

Heilsumálaráðharrin, Sajid Javid, brúkar eisini høvi á sínari Tvitter-síðu at eggja bretum til at lata seg koppseta.

 

##med2##

 

 

 

Her situr Sajid Javid undir liðini á forsætisráðharranum, Boris Johnson.