Tað er ikki fallið í góða jørð í Russlandi, at heimsins størsta krígsskip - amerikanski flogberin USS Gerald R. Ford - vitjar í Oslo í Noregi um dagarnar.
Russiska sendistovan í Noregi umrøður vitjanina sum eina "skaðiliga valdsframsýning".
- Tað finnast eingir spurningar her norðuri, sum krevja eina hernaðarliga loysn - heldur ikki evnir sum tørva uppílegging uttanífrá, skrivar Timur Tsjekanov á russisku sendistovuni í telduposti til tíðindastovuna NTB.
Tað var mánadagin í hesi vikuni, at tað gjørdist kent, at heimsins størsta krígsskip, amerikanski flogberin USS Gerald R. Ford, vitjar í Oslo hesa vikuna.
- Tá havt verður í huga, at Oslo ikki heldur, at Russland er nøkur beinleiðis hernaðarlig hóttan móti Noreg, sær ein slík valdsframsýning ólogisk og skaðilig út, halda tey á russisku sendistovuni.
##med2##
Flogberin er á sínari fyrstu virkisferð, og vitjanin í Noregi verður tulkað sum eitt tekin um, at USA ynskir at vísa seg her í Norðuratlantshavi.
Norski verjumálaráðharrin, Bjørn Arild Gram, sigur við tíðindastovuna NTB, at tað er sera positivt fyri samstarvið við USA, at flogberin hevur valt Noreg sum havn á hesi ferðini.