Heini Olsen - in memoriam

02.07.1930 – 17.07.2022

Leygardagin, tann 16. juli, boðaði Turid mær frá, at tað av álvara sansaði at hjá pápanum. Hann hevði annars verið rættiliga birgur á 92 ára føðingardegnum, tann 2. juli, táið yngru ættarliðini høvdu sungið fyri honum.

 

Vitiliga fór eg beinanvegin yvir á Tjarnargarð at vitja hann, har Kirsten fekk samband við Heina og gav til kennar, at eg var komin. Hann brosaði eitt bil. Og longu morgunin eftir um sekstíðina runnu seinastu kornini stillisliga úr lívstímaglasi hansara.

 

Jú, Kirsten sat har og fjálgaði um Heina, hóast hon sjálv ikki var væl fyri, júst sum hon hevur verið  kletturin í teirra langa samlívi, sum Heini ongantíð duldi fyri - um hvussu hon hevði fylgt honum um so ymisk lond í ár so mong í Asia, Afrika og Europa.

 

Tey komu sum ung at kennast eitt kvøldi í Horsens, har ið Heini las til verkfrøðing, og tey blivu góð og giftust í 1959. Og tað var gott!

 

Bara 6 dagar eftir brúdleypið mátti brúðurin veittra farvæl á tokstøðini, tí Heini skuldi yvir aftur til “kongaríkið í Bábylon” at forvinna teimum úrkomu og sum skjótast hirsa lestrarskuldina av sær.

 

##med2##

 

Kirsten fylgdi stutt eftir til Miðeysturs, og hon átti bæði tey eldru børnini har yviri, Turid í Kermanshah og Roar í Hamadan (fyrr Ekbátana, við Ester drotning í borgini Susa). Hinar yngru døturnar, Mariannu og Anniku, átti hon í vakra Skanderborg, haðani hon er ættað.

 

Heini gloymdi ongantíð tíðina í Persiu (nú Iran) –hetta ríka, mergjaða uppdragið, ið hann fekk á vári lívsins, sum kendist eins og ørindið hjá Sophus Claussen: “Ekbátana”.

 

                                 Jeg husker den Vaar, da mit Hjerte i Kim

 

                                 undfangede Drømmen og søgte et Rim,

 

                                 hvis Glans skulde synke, jeg ved ej hvorfra,

 

                                 som naar Solen gik ned i Ekbátana.

 

Heini er nú farin á høgum aldri og verður sárt saknaður – hann fylti so nógv, hvar ið hann var, og ikki ber til at hugsa leingi um Heina, uttan at tú kennir eitt frægdarkent suð í huganum frá hansara mongu skemtiligu søgum, vitan, vinalagi, samstarvi og umgongilsi.

 

Tiltikin góður til at umgangast fólk. Har, ið Heini var leiðari, var friður. Hann dugdi tað kynstrið at venda eina óhepna støðu til nakað skemtiligt. Á arbeiðsplássi hansara í Iran vóru einaferð 8 ymiskar religiøsar áskoðanir; men fyri Heina, sum kristin, var hetta als eingin vansi. Hann dygdarmetti ongantíð fólk eftir lívsáskoðan.

 

Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur, hevði sera stórt álit á Heina, so tað stóð ikki á, at loyva honum at fara úr arbeiði burtur í lond til aðrar avbjóðingar, hetta tí at Mikkjal visti, at Heini, hóast útlongsilin, altíð trúfastur kom aftur.

 

##med3##

 

Minnist væl til dagin, tann 12. september 1988, táið Mikkjal Helmsdal stevndi okkum deildarleiðarum saman og boðaði frá, at hann av  løgmanni var sagdur úr embætinum, og sum eina doyvandi afturundirgerð (settur heimastýrislógardagin: 01.04.1948) gjørdi hann støðuna upp: “Tað blivu so: 40 ár, 5 mánaðir og 12 dagar”. Mikkjal fór heim sama dag og vitjaði ongantíð aftur á stovnin.

 

Táið vit báðir Heini skuldu skriva nøkur minningarorð, stovnsins vegna, um Mikkjal Helmsdal, “Landsverkfrøðingurin 50 ár ”, valdi Heini at enda við hesum orðum: “Si monumentum requiris, circumspice” – “sóknast tú eftir minnisvarða, so lít teg umkring” – í hesum føri kring alt Føroya land!

 

Hesi orð kunnu við sama rætti sigast um Heina Olsen sjálvan, sum var bæriligi leiðarin fyri projekterandi deild stovnsins og mest erfarni vegaverkfrøðingur landsins.

 

Fyri fleiri av okkum, hansara feløgum, verður við hesum vátta, at Heini var makaleysur at leita til í ráðum í mongum uppdrøgum, sum hann var betri til.

 

Mikkjal hevði verið í Norra og hugt eftir fyrsta undirsjóvartunlinum har. Afturkomin bað hann Heina tekna tílíkar tunlar at fremja her heima við. Heini spurdi: “Hvar helst?”. Og svarið var greitt: “Allar oyggjarnar!” – fortaldi Heini fyri mær herfyri.

 

Mangar eru søgurnar og tað góðar við - og ofta við sjálvspeisemi - um hvussu Heini sjálvur mangan kom til kort (!); men far tú ikki skeivur, mín vinur, hesi “bekl” hansara eru bara dømi um hansara heilt serstaka skemtingarlag.

 

Heini kundi verið alt annað enn teknikari, hann var fróðarmaður, dugdi søgu og mál, høvuðsmál  umframt farsi og dari, at yrkja, avmynda, mála list, tala og ikki minst at skriva.

 

Bgf. Kampsax lat í sambandi við bókaútgávu felagsins tvær virðislønir sum premiu fyri tær bestu og skemtiligastu hendingarnar frá virksemi felagsins. Heini vann báðar.

 

Sjálvt William Heinesen bað Heina um at fáa onkran annan “at tekna vegir” – og so heldur at skriva! Og Jonhard Mikkelsen, gav fegin afturlítandi bøkurnar hjá Heina út frá “Sprotanum”, einar 1200 síður við ørgrynnu av myndum: “Meg minnist - og ørminnist” 1 og 2, og so tað triðju: “ Trý túsund nætur og trinnar, millum muhamedsmenn og kvinnur”, ið allar fevna um árini 1930 -1958. Og tann fjórða bókin var nú komin undir land, segði Heini.

 

Men hvussu verður við hesi fjórðu bókini, ber ikki til at siga, eins og hvussu verður við vegasøguni hjá Heina og allar samrøður hann hevði við so mong, og tað Tekniska Savnið, sum hann var upphavsmaður til. Tað er ikki gott at vita.

 

##med4##

 

Her ein frásøgn at enda, sum sigur nakað um tað góðsliga virðisgrundarlagið, ið hesi víðfarnu hjúnini áttu og intu mótvegis teimum, sum tey – altíð javnbjóðis - komu at virka í millum á teirra lívsleið um lond.

 

Meðan Heini og Kirsten vóru á Zanzibar høvdu tey eina húshjálp, nevnd Khadija (Dija), sum sat eftir við 6 gentum, tí trúleysi maður hennara hevði svikið tær. Hana tóku Kirsten og Heini sær av og settu mót í hana, eitt nú gjørdi tey ein form og útvegaði henni tilfar, so at hon við hjálp frá døtrunum kundu stoypa sær múrsteinar og soleiðis byggja sær og teimum eitt betri hús at búgva í.

 

Mong ár seinni vóru Roar og Rúna á Zanzibar, og leitaðu tey tá Diju upp. Og glað varð hon, og hon kundi siga teim frá, at allar døturnar vóru komnar væl undan, høvdu fingið skúlagongd, onkur var lærarinna, og Dija kundi als ikki gloyma góðskuna frá hjúnunum Olsen, serstakliga: Madam Kirsten!

 

Hesi avmarkaðu minningarorðini eru skrivað til tykkum, hansara næstu, vinir og kenningar - í takklæti um henda hendinga felagan, vinmannin og heiðursmannin - Heina Olsen.

 

Arnstein Niclasen