Heini skal døma Conference League dyst í Norðurírlandi í kvøld

Føroyska dómarakvartettin skal døma dyst í Conference League undankappingini

Savnsmynd: Álvur Haraldsen

Tað bíðar ein spennandi uppgáva hjá føroysku dómarakvartettini í kvøld í Conference League undankappingini í Belfast í Norðurírlandi.

 

Belfast (Seaview Stadium)

CRUSADERS FC (NIR) - CAERNARFON TOWN FC (WAL)

Dómari: Heini Ziskason Viðoy FRO

Hjálpardómari 1: Jørleif Djurhuus FRO

Hjálpardómari 2: Jógvan Breckmann FRO

Fjórði dómari: Kári Jóannesarson á Høvdanum FRO

UEFA dómaraeygleiðari: Gerard Perry IRL

UEFA umboð: Kimmo J. Lipponen FIN

 

Talan verður um eina bretska uppgerð millum eitt norðurírskt og eitt walisiskt lið, so Heini, Jørleif, Jógvan og Kári fáa væntandi ein dyst við nógvum taklingum og nærdystum.

 

Vónandi koma teir væl frá uppgávuni, so enn fleiri spennandi uppgávur bíða um næsta horn. 

 

 

 

Savnsmynd: Álvur Haraldsen