Heldur frægari hjá partrolarunum

Í dag eru fimm av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap, men sambært Fiskamarknaði Føroya hava teir vánaligan fiskiskap.

 

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap, og væntandi koma flestu pørini inn at landa í næstu viku.

 

- Tey flestu fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga blálongu, longu og hýsu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at onnur partrolarapør fara út aftur, tá veðrið verður betur.

 

- Fiskiskapurin hjá partrolarunum hevur verið heldur frægari í seinastuni, verður lagt aftrat.

 

Ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap í løtuni. Teir eru á kongafiskaveiði og koma helst inn at landa miðskeiðis í næstu viku.

 

Í dag eru fimm av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap, men sambært Fiskamarknaði Føroya hava teir vánaligan fiskiskap.

 

- Trolbátarnir fáa mest av havtasku, hýsu, toski, og so fáa teir eisini nakað av hvítingi, upsa og flatfiski.

 

Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Svartkalvaveiðan er brúkilig, men havtaskuveiðan er misjøvn.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.