Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Kristiansand ferðaðust í dag úr Suðurlandi Noregs fyri at spæla dyst móti Bergen í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Bergen vann dystin 30-27. Í steðginum var Bergen á odda 14-11.
Støðan var 7-7 tá 16 minuttir vóru farnir av dystinum. Eftir tað legði Bergen seg á odda, og teir høvdu leiðsluna restina av dystinum.
Tá seks minuttir vóru eftir av dystinum var Bergen á odda 28-21.
Helgi skoraði tvey mál.
Kristiansand hevur tvey stig aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.