Helgi og Pauli vunnu flottan sigur á toppliði

Kristiansand feldi Drammen á heimavølli

Helgi H. Hoydal, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Kristiansand stóðu í dag fyri ársins avriki í bestu norsku hondbóltsdeildini, tá teir á heimavølli í Aquarama-høllini í Kristiansand vunnu ein flottan 40-35 sigur á toppliðnum, Drammen.

 

Í steðginum var Kristiansand á odda 17-15. Fleiri meta hetta vera besta avrikið hjá Kristiansand hetta kappingarárið.

 

Helgi skoraði fimm mál, og Pauli skoraði trý mál og legði upp til tvey mál í dag.

 

Kristiansand er nummar átta í deildini við 14 stigum. Og tað ræður at vera millum átta tey fremstu liðini tá grundspælið er liðugt. Átta tey fremstu liðini vinna seg í endaspælið.

 

Komandi sunnudag spælir Kristiansand ímóti einum øðrum toppliði, Elverum á útivølli.

 

Kjartan Johansen er enn ikki til reiðar aftaná skaðafráveru at tørna út fyri Bækkelaget. Bækkelaget tapti á heimavølli 28-29 (16-19) fyri Arendal.

 

Bækkelaget hevur sama stigatal sum Kristiansand, 14 stig.