– Helt eg fór at doyggja

– Eg stúrdi fyri, at rossið fór at traðka meg í búkin ella í andlitið, sigur Michel Nielsen, sum greiðir frá hendingini, tá rossið datt og hon endaði undir tí

Sosialurin: – Eg stúrdi fyri, at rossið fór at traðka meg í andlitið ella í búkin, tá tað royndi at sleppa á føtur aftur. Hendi tað, hevði eg helst doyð, sigur Michel Nielsen í samrøðu við Sosialin. Hon greiðir frá ógvusligu hendingini, tá rossið, hon reið á – sum vigar millum 800 og 900 pund – datt framav, og hon kom at liggja undir og breyt kokubeinið í trimum støðum.

 

Síðan hon var smágenta, hevur hon verið hugtikin av rossi, og sum vaksin hevur hon í fleiri ár átt ross.

 

At sita á rossabaki hevur so­ leiðis verið ein partur av hennara lívsstíli.

 

Tað hevði verið stormur leingi, men næstsíðsta mánakvøld gjørdist eitt góðveðurskvøld. Eg helt, at tað hevði verið deiligt at sloppið ein góðan ríðitúr. Eftir arbeiðstíð skundaði eg mær eftir rossinum, so vit kundu fara ein túr eftir rossagøtuni í skýmingini.

 

Ætlaði túrurin var komin næstan í helvt, og hon var við at venda heimaftur, tá rossið hjá henni snávaði í undanbrekkuni og kláraði ikki at fóta sær aftur, men fór eftir høvdinum.

 

##med2##

 

##med3##

 

Í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, kanst tú eisini lesa um Fámjinstunnilin: Tað gongur ógvuliga seint at bora tunnilin, men tey vænta, at tað verður betri skjótt.

 

##med4##

 

– Hetta er nógv tað ringasta, vit nakrantíð hava verið úti fyri.

 

Tað sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, nú tey hava borað fyri nýggja Fámjinstunli­num í tríggjar og ein hálvan mán­að.

 

Hann sigur í samrøðu við Sosialin, at tey hava ongantíð borað tunnil ígjøgnum eitt fjall, sum er so ringt, sum hetta. Avleiðingin av tí er so eisini, at tað gongur ómetaliga seint fyri seg.

 

Hóast fyrsta skotið varð latið av tann 16. novembur, eru tey nú, hálvan triðja mánað seinni, ikki komin longur enn 160 metrar inn í fjallið.

 

Í Vikuskiftinum í Sosialinum kanst tú lesa samrøðu við songkvinnuna Herborg Torkilsdóttir, sum eftir fimtan ár í Danmark flutti heim og fekk gongd á karrieru sum songkvinna. Ruth Thomsen er takksom fyri, hvussu lívið lagaði seg og heldur, at einki er so gott, sum at hava familjuna rundan um seg.

 

##med5##

 

##med6##

 

Les eisini aðrar greinar, ummæli, klummu og annað áhugavert tilfar í Vikuskifti. 

 

Sosialurin

 

Eftir fimtan ár í Danmark flutti Herborg Torkilsdóttir heim og fekk gongd á karrieru sum songkvinna

Ruth Thomsen er takksom fyri, hvussu lívið lagaði seg og heldur, at einki er so gott, sum at hava familjuna rundan um seg