Her eru systrarnar sum lótu lív á fjallinum í Noregi

Allar tríggjar genturnar, sum vóru raktar á fjallinum, Melshornet, vóru aktivar heima í lokalsamfelagnum.

18 ára gamla, Benedicta Myrset og 12 ára gomla, Victoria Myrset. Myndirnar eru privatar.

 

 

Norskar heimasíður hava nú almannakunngjørt myndir av systrunum báðum, 18 ára gomlu Benedictu Myrset og 12 ára gomlu, Victoriu Myrset, sum lótu lív seinnapartin sunnudagin.

 

Tær vórður raktar av toruni, ið sló niður á fjallinum, Melshornet, har tær vóru staddar, nú tær vóru og hildu frí saman í Hareid. Fjallið er umtókt ferðamál, bæði hjá lokala fólkinum og ferðafólki annars.

 

Ein triðja systir var eisini saman við teimum á fjallinum, og hon er nú sloppin heim aftur av sjúkrahúsi, har hon hevur verið innløgd fyri skaðar. Hendingin hevur fylt nógv í norskum miðlum.

 

Genturnar, sum búðu í Oslo, vóru farnar ein fjallatúr saman, tá syrgiiga vanlukkan rakti. Veðrið hevði verið gott um dagin, men knappliga broyttist alt til ógvusligan torusláttur og snarljós.

 

Allar tríggjar genturnar, sum vóru raktar á fjallinum, vóru aktivar heima í lokalsamfelagnum, har tær búðu. Tað hava bæði sóknarpresturin og býráðsleiðarin, Jan-Erik Heffermehl og Yngvar A. Huseby, sagt.

 

##med2##

 

18 ára gamla, Benedicta Myrset og 12 ára gomla, Victoria Myrset. Myndirnar eru privatar.

Tað sá ikki tespiligt út, tá ógvusligu snarljósini raktu fjallið, har norsku systrarnar vóru staddar.