Her skulu politikarar halda fingrarnar fyri seg sjálvar

Hetta fer at fáa heilt alvorligar avleiðingar, siga arbeiðsgevarar

Hetta fer at fáa stórar avleiðingar fyri dagstovnaøki, siga arbeiðsgevararnir

Politikarar skulu ikki blanda seg upp í, hvussu long ein arbeiðsvika skal vera. Tað sigur Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, KAF.

 

Og tað sigur hann nú samgongan hevur sett sær fyri at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar, við lóg. Samráðingar standa fyri durum og formaðurin í KAF sigur, at arbeiðstíðin er ein av týdningarmestu spurningunum í eini sáttmálasamráðing.

 

Tað er eisini rin spurningur, sum hevur beinleiðis ávirkan á fíggjarligu viðurskiftini hjá kommununum. Og verður arbeiðsvikan stytt, sum landsstýrið ætlar, úr 40 tímum niður í 37 tímar, fer hetta at hava við sær, at í roynd og veru hækkar tímalønin 8,1 prosent

 

 – Eftir okkara tykki er talan um eitt beinleiðis inntriv í samráðingarrættin hjá kommununum, sigur Per Martin Gregersen. Hann sigur, at hetta er eitt inntriv, sum fer at hava ógvusligar avleiðingar fyri bæði dagstovna- og eldraøkið.

 

– At arbeiðsvikan verður stytt so nógv, fer, umframt at hava búskaparligar avleiðingar, eisini at hava við sær, at kommunurnar koma undir enn størri trýst við at manna øll størv og vaktir á til dømis eldraøkinum og á dagstovnaøkinum, sigur hann.

 

– Á hesum økjum eru kommunurnar framman undan raktar av starvsfólkatroti. Við styttri arbeiðsviku mugu tímarnir býtast ímillum uppaftur fleiri starvsfólk, leggur hann afturat.

 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tekur undir við sjónarmiðinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum eiga at loysa spurningin um arbeiðstíðina – og tað skal gerast í sáttmálasamráðingum.

 

Hann staðfestir samstundis, at verður arbeiðstíðin stytt við lóg, fer hetta uttan iva at hava ávirkan á komandi sáttmálasamráðingarnar.

 

Hetta fer at fáa stórar avleiðingar fyri dagstovnaøki, siga arbeiðsgevararnir