Heri Mohr fyllir 96 ár í dag

Kendi havnarmaðurin Heri Mohr fyllir í dag 96 ár.

Heri vaks upp fyrstu árini upp á Skansagarði úti á Reyni. Foreldur hansara vóru Amalia (f. Egholm) og Einar Mohr úr Havn. Tá hann var um tíggju ára aldur flutti húskið í nýggju húsini yviri við Strond – tað einasta húsið, sum var har um leiðir tá. Undir krígnum bleiv húsið tikið av eingilsmonnum, og búðu tey Undir Pisuvarða øll krígsárini.

Heri hevur arbeitt sum roknskaparmaður stóra partin av sínum lívi. Hann arbeiddi hjá hjá Thomas Dam, Wenzel Petersen og Leif Waagstein. Í 1957 byrjar hann at arbeiða á Føroya Gjaldstovu sum roknskaparleiðari, seinni bleiv hann fulltrúi. Í 30 ár arbeiddi Heri sum tænastumaður, og í 1987 gjørdist hann stjóri á Føroya Gjaldstovu. Hetta starv røkti hann til 1. november 1991.

Heri giftist við Maritu Pálsdóttir Hansen úr Gøtu í 1950. Tey fingu fimm børn: Sigrún, Biritu, Tordis, Maluna og Gunnar. Eisini eigur Heri dóttrina Lis umframt abba- og langabbabørn. Marita andaðist 2. apríl 2009, 84 ára gomul.

At Heri Mohr fylgir væl við í tí sum fer fram í føroyska samfelagnum sæst ofta í hansara mangan beinraknu og ofta hvøssu viðmerkingar og  í miðlunum.

Fyri einum ári síðani hevði hann fyrireikað stóran føðingardag í sambandi við 95 ára føðingardagin. Men hetta var júst eina viku eftir, at landið at kalla læt aftur á grækarismessu av koronuáum, so tann dagurin var av ongum.