Í samdøgurfrágreiðingini hjá løgregluni í morgun var ikki nógv at siga frá, sum hevur almennan áhuga.
Náttin hevur verið friðarlig.
Tó hevði løgreglan eitt átak í Eysturoy í nátt, har tvey mál vórðu skrivað, sum vit fara at venda aftur til.
Um 17.15-tíðina seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um eitt herverksmál í Havn.
Her varð ein rútur brotin í einum skeinkistaði í miðbýnum, men her vóru sjónarvitni, sum sóu, hvør framdi herverkið.
- Vit hava handtikið mannin, sum verður skuldsettur fyri herverk, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.