Nýtt staklag:
Minst til at 'Yppa' øksl
Hervør Sabina Á Torkilsheyggi minnir lurtaran á at tveita seg á sofuna við einum góðum vini og einum heitum temunni á nýggja staklagnum, 'Yppa'.
Tak tað róligt
'Yppa' er lættur at lurta eftir, og er ætlaður til at fáa lurtaran at brosa. Lagið er tó álvarsamt í sínum boðskapi um at vit máa minnast til at ansa eftir okkum sjálvum.
Sangskriving sum sjálvsumsorgan
Hesin sangurin bleiv skrivaður tá Hervør Sabina spakuliga byrjaði at liva eitt lív við minni strongd, í eini roynd at ansa eftir síni viðkvæmu sál. Í hesi tilgongdini spíraðu fleiri løg við temaðum so sum at taka tað róligt, dempa ferðina og at vísa umsorgan fyri einum sjálvum.
Hervør Sabina framførir eina ókeypis konsert við bólki í Blómuhúsinum á Toftum kl. 20 tann 30. Apríl.
##med2##