Hesi hava fingið riddarakross

Trý føroysk listafólk eru millum teir seks persónarnir, ið nú kunnu kalla seg riddara

Drotningin hevur latið seks riddarakrossar í sambandi við sína Føroyavitjan. Sum vit skilja er talan um hesar seks persónarnar:

 

Eivør Pálsdóttir, Teitur Lassen, Edvard Fuglø, Bárður á Steig Nielsen, Sólja í Ólavsstovu og Lars Fodgaard Møller.

 

Riddarakrossarnir fóru altso til tveir tónleikarar, ein listamann, ein politikara - altso løgmann, ein fyrrverandi umboðsmann Løgtingsins og núverandi landslækna.

 

Kongshúsið fer helst at almannakunngera hetta seinni í dag.