Hesin er dýrasti danski málningur nakrantíð

Verkið varð selt fyri slakar 63 milliónir krónir í New York

Málningurin við heitinum "Interiør. Musikværelset, Strandgade 30" var mikukvøldið selt fyri meira enn 9 miliónir dollarar á uppboðssølu hjá Sotheby's í New York í USA. Tað svarar til slakar 63 milliónir krónur.

 

Tað skrivar Danmarks Radio.

 

Harvið er verkið hjá listamanninum Vilhelm Hammershøi dýrasta danska listaverk nakrantíð, og Hammershøi sló sítt egna met, ið var 40 milliónir krónur.

 

Sambært Danmarks Radio keypti eitt amerikanskt listasavn málningin, og Sotheby's sigur, at verkið seinast handlað í 1944.

 

Tá ið málningurin var settur til sølu, segði metingin, at tað var vert milum tríggjar og fimm milliónir dollarar, men tað var selt fyri tað tvífalda av metingin.

 

##med2##

 

Listamaðurin Vilhelm Hammershøi livdi árini frá 1864 til 1916, og hann gjørdi umleið 140 innanduraverk. Umleið 60 av teimum er úr íbúðini hjá honum og konuni Ida í Strandgade í Keypmannahavn.

 

 

 

Portrett av Vilhelm Hammarshøi og konuni Ida