Henda útkoyring av Norðskála og út á landsvegin, er lívsvandamikil. Í gjár, tá enn eitt ferðsluóhapp var her, var ikki hált, sum tað er á hesari myndini. Her hevur eisini verið onkur deyðsvanlukka.

Hetta vegastrekkið er lívsvandamikið

Tað var í gjár, at enn eitt ferðsluóhapp var á vegastrekkinum, har vegurin av Norðskála kemur út í landsvegin. 

 

Henda útkoyring av Norðskála og út á landsvegin, er lívsvandamikil. Í gjár, tá enn eitt ferðsluóhapp var her, var ikki hált, sum tað er á hesari myndini. Her hevur eisini verið onkur deyðsvanlukka.

Her er nógv ferðsla, bæði sunnaneftir og norðaneftir, og tú skalt vera rættiliga árvakin - serliga í hálku - tá tú koyrir út á landsvegin.

 

Men, í gjár tá enn eitt ferðsluóhapp var á hesum vegastrekki, var sambært løgregluni ikki hált. 

 

Í morgun visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga, at talan eisini í hesum førinum var um eitt víkiskylduóhapp.

 

- Annar bilurin helt ikki víkiskylduna, sigur løgreglan.

 

Trý fólk endaðu á Landssjúkrahúsinum, og báðir bilarnir máttu flytast burtur av vegnum.

 

Vaktleiðarin visti ikki at siga í morgun, hvussu tey trý, sum endaðu á Landssjúkrahúsinum, hava tað.

 

##med2##

 

 

 

Henda útkoyring av Norðskála og út á landsvegin, er lívsvandamikil. Í gjár, tá enn eitt ferðsluóhapp var her, var ikki hált, sum tað er á hesari myndini. Her hevur eisini verið onkur deyðsvanlukka.

Myndina tók Magnus Jóhannesarsson Jacobsen.