Cristiano Ronaldo skoraði tvey mál fyri eitt saudiskt úrvalslið, ið tapti 4-5 fyri Paris Saint Germain í einum venjingardysti í Ryiadh fyri stuttum, men enn hevur hann ikki skorað fyrsta almenna málið fyri lið sítt, Al-Nassr.
Í kvøld ruku Ronaldo og liðfelagarnir út úr saudisku Super Cup kappingini, tá Al-Nassr í hálvfinaluni tapti 1-3 fyri Al-Ittihad.
Í tí fyrsta almenna dystinum fyri Al-Nassr móti Al-Ettifaq í saudisku liguni farna sunnudag eydnaðist tað Al-Nassr at vinna 1-0.
Men enn hevur Ronaldo ikki skorað fyri sín nýggja arbeiðsgevara.
Ronaldo hevur verið liðskipari hjá Al-Nassr hesar báðar dystirnar.
3. februar fær Ronaldo aftur møguleikan at skora sítt fyrsta mál fyri Al-Nassr, ið tá spælir á útivølli móti Al-Fateh.
Al-Nassr er tó oddalið í bestu saudisku deildini við 33 stigum. Al-Hilal er á øðrum plássi við 32 stigum.