Heykur syfti Fípuna Føgru

5-mannafør dreingir: Dreingirnir úr Hósvík vóru stavnin undan Fípuni Føgru, sum hevði vunnið tvær tær fyrstu kappingarnar

Skíggjamynd kvf.fo

Í fjør vóru tað dreingirnir úr Hósvík umborð á Heyki, sum vunnu FM. Tvær tær fyrstu ferðirnar í ár – á fjarðastevnu og sundalagsstevnu – vann Fípan Fagra úr Klaksvík.

 

Í dag svaraði Heykur aftur. Talan var um framúr kapping – ivaleyst tann mest spennandi higartil av øllum higartil í ár.

 

Heykur var skjótur í startinum, men Fípan Fagra svaraði skjótt aftur, og stóran part av teininum var Fípan Fagra tann fremri av hesum báðum, sum kappaðust um sigurin.

 

Eina løtu sá tað út til, at Fípan Fagra hevði hug at draga frá, og munurin var størri enn skuturin. Men so svaraði Heykur aftur, og fram ímóti málinum fóru hesir báðir bátarnir og í føgrum róðrarlíkindum skúmandi stavn um stavn.

 

Tá ið bátarnir fóru um málið, vístu upptøkurnar, at Heykur var stavnin og kanska bara hálvan stavnin undan Fípuni Føgru.

 

 

 

Heykur05:02.17700
2Fípan Fagra05:02.18600
3Jallurin05:11.08500
4Ørnin05:11.45410
5Royndin Fríða05:16.37300
6Teistin05:17.18200
7Knúkur05:18.05100
8Firildur05:18.42000
9Leikalind05:22.32000
10Fiskurin05:23.28010
11Dúgvan05:25.07000
12Fenja05:33.08000

 

 

 

Skíggjamynd kvf.fo