Føroya Banki, Wenzel, Effo og Atlantic Airways skipa fyri upphiting í OY áðrenn HM Play Off dystin móti Norðurmakedonia, ið verður leiktur í høllini á Hálsi, mikukvøldið klokkan 19.
Fyrireikararnir skriva: Telt verður sett upp uttanfyri, so tað er pláss fyri nógvum fjepparum
Vit endurnýta sjálvsagt somu góðu uppskriftina frá Berlin. Tí hava vit fingið Eyðun & Terja og RSP at hita okkum væl upp til dystin
Andlitsmáling verður sjálvsagt eisini at fáa.
Gevið gætur!
Ókeypis atgongd, um tú ert í landsliðsblusu.
- Tað er onki krav til, hvørja landsliðsblusu tú fert í - bara hon umboðar Føroyar
Um tú onga landsliðsblusu eigur, ber til at keypa EM-blusuna frá Berlin í OY-sjoppini. Hon kostar einans 100 kr., og allir pengarnir fara óskerdir til Eydnudeildina. Skriva fyrireikararnir.