Hizbollah-avloysari saknaður eftir ísraelsk álop

Maðurin, sum væntandi fór at taka við leiðsluni í Hizbollah, eftir at ísraelski herurin beindi fyri Hassan Nasrallah, er nú saknaður í Libanon eftir hørð ísraelsk álop.

Navnið á avloysaranum er Hashem Safieddine, og tað er maðurin á myndini omanfyri. Libanesiskar trygdarkeldur siga sambært Reuters, at hann hevur verið saknaður síðan fríggjadagin.

 

Seint hóskvøldið framdi Ísrael umfatandi álop á sonevnda Danieh-økið í syðra parti av libanesiska høvuðsstaðnum, Beirut, og sambært keldum varð álopið ætlað at raka Hashem Safieddine.

 

Av mongum hevur verið væntað, at hann fór at taka við leiðsluni í Hizbollah, eftir at Ísrael beindi fyri Hassan Nasrallah.

 

Sagt verður, at Hashem Safieddine helt til í einum undirjarðiskum bunkara í Danieh-økinum, men av tí, at Ísrael hevur framt áhaldandi álop í økinum, hava bjargingarfólk ikki fingið leitað í økinum. 

 

Hizbollah hevur higartil ikki gjørt viðmerkingar til, hvør langan hjá Hashem Safieddine er, men sagt verður, at hann helst er dripin í ísraelskum álopum í økinum.

 

Seinastu vikurnar hevur Ísrael framt eina røð av ógvusligum álopum móti Hizbollah og leiðsluni í felagsskapinum.

 

Tað var fíggjadagin hin 27. september, at leiðarin í Hizbollah, Hassan Nasrallah, læt lív, eftir at hann í mong ár hevur havt leiðsluna í felagsskapinum.