Hjálparfólk løn samsvarandi ábyrgd

Tá vit tosa um starvsfólk á ansingarstovnum í dagrøktini og á eldraøkinum, so tykist sum at mong hava gloymt hjálparfólkini.

 

 

 

Á dagstovnaøkinum verður fullkomiliga sæð burtur frá tí veruleika, at tveir triðingar av arbeiðnum verður gjørt av hjálparfólkum. Henda veruleika mugu vit fyrihalda okkum til.

 

 

 

Hesi eru ikki lønt samsvarandi teirra ábyrgd, og hóast drúgvar royndir, so verða tey ikki førleikament í hóskandi mun.

 

 

 

Tað hevur sera stóran týdning, at hjálparfólkini trívast bæði á bústovna- og dagstovnaøkinum. Tí tey gera eitt gott arbeiði millum børn og búfólk, eisini á serstovnum.

 

 

 

Tey hava samstundis fløkt viðurskifti, summi eru limir í Pedagogfelagnum og onnur í Hjálparfókafelagnum, sum nátúrliga átti at fingið samráðingarrætt um egin viðurskifti.

 

 

 

Eisini áttu hjálparfólkini at fingið løn, sum svaraði til teirra ábyrgd.